1960 var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi.
Árið er eisini kallað "Ár Afrika" (Year of Africa), vegna teir nógvu stóru atburðir, ið hendu í heimspartinum. Millum annað fingu 17 afrikanskar tjóðir fullveldi hetta árið.
Hendingar
Elvis Presley í 1957.2. januar - John F. Kennedy, senatorur, boðar frá at hann stillar upp til amerikanska forsetavalið.
22. januar - Jacques Piccard og Don Walsh síga 10.911 metrar niður í Marianagrøvina, og verða fyrstir manna at røkka lægsta punkt á jørðini.
1. februar - Fýra afroamerikanskir studentar seta seg niður í eina matstovu í mótmælisørindum. Teimum verður noktað tænasta útfrá húðarlit teirra, men sleppa at verða sitandi. Hetta hevur við sær at fleiri líknandi mótmælistiltøk fyri javnrættindi afroamerikanara verða runt suðurstatirnar í USA. 6 mánaðir seinni fáa afroamerikanarir tænastu á jøvnum fóti við hvítum fólkum í somu matstovu sum mótmælið hevði átt stað.
Lucille Ball and Desi Arnaz í 1955Lucille Ball verður skild frá manni sínum Desi Arnaz, eftir 19 ára hjúnarband. Hetta hevur við sær at umtókta amerikanska sendirøðin I Love Lucy endar gongu sína.
32. Oscar-virðislønin verður handað í Hollywood. Filmurin Ben-Hur vinnur met í flestu Oscar vinningum hetta kvøldið. Hann vinnur eisini Oscarin fyri besta film.
"Guerrillero Heroico" eyðkenda myndin av Che Guevara12. apríl - Eric Peugeot, yngsti sonur stovnaran av Peugeot bilverksmiðjuni, verður rændur í París. Hann verður leyslatin 15. apríl afturfyri 300.000 dollarar í loysigjaldi.
19. apríl - Suðurkoreanskir studentar mótmæla kring landið, forsetanum Syngman Rhee. Mótmælistiltøkini hava við sær at forsetin til síðst leggur frá sær.
22. mai - Heimsins kraftigasti jarðskjálvti, ið er máldur (9.5 á richter-skalanum) rakar Kili. Talið av deyðum er óvist, men liggur ímillum 2.300 og 6.000 mans.
9. desember - Enska dramarøðin Coronation Street verður víst fyri fyrstu ferð. Røðin skuldi upprunaliga bert vera 13 partar, men koyrir enn í dag (2015) 5 ferðir um vikuna í enskum sjónvarpi.
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.