David Carry
David Carry (føddur 8. oktober 1981 í Aberdeen) er ein skotskur svimjari, sum er kvartur føroyingur. Omma hansara er úr Klaksvík.[1] Hann svimur best í frísvimjing. Hann hevur umboða Skotland á Commonwealth Games í 2002, 2006 og 2010. Í 2006 vann hann gull á hesum leikum í 400 metrum frí og í 400 metrum blandað. David hevur umboða Stórabretland á Summar-OL 2008 í 400 metrum frí og 4x200 metrar frí og á Summar-OL 2012 í 400 metrar frí. Hann gjørdist nummar 7 í innleiðandi við tíðini 3:47.25 og kom í finaluna. Hann svam við tíðini 3:48.62 í finaluni og gjørdist nummar 7. Føroyski Pál Joensen svam í somu kapping, hann gjørdist nummar 10.
Persónligu bestu tíðir og met
| Kapping | Á langgeil | Á stuttgeil |
|---|---|---|
| 100 m frísvimjing | 50.64 | 49.66 |
| 200 m frí | 1:46.47 NR | 1:45.63 |
| 400 m frí | 3:47.17 NR | 3:40.51 |
| 400 m blandað, einstaklinga | 4:15.98 | 4:13.83 |
| Lykil NR:Bretsk met | ||
Keldur
- ↑ "Sportal.fo, Kvarti føroyingurin í finaluni". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-31. https://web.archive.org/web/20120731201200/http://sportal.fo/grein/kvarti_foroyingurin_i_finaluni. Heintað 2012-07-30.
Slóðir úteftir
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.