Detroit
| Detroit, Michigan | |
|---|---|
| Skjøldur | Flagg |
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Lutstatur: | |
| Íbúgvar (2018): | 672,662 |
| Heimasíða: | detroitmi.gov |
Detroit er stórbýur í amerikanska statinum Michigan og liggur við ánna Detroitá. Detroit er størsti býur í statinum Michigan. Hann er kendur sum heimstaðurin hjá amerikanska bilídnaðinum. Tær tríggjar stóru bilverksmiðjurnar General Motors, Chrysler og Ford vóru allar úr Detroit. Vánalig fíggjarumsiting, minkandi íbúgvatal og víkjandi skattagrundarlag seinastu 40 árini hava fingið Detroit út á eggina. So illa stendur til í amerikanska bilbýnum, at áheitan um trotaviðgerð varð latin inn í 2013. Detroit skyldar meir enn 100 millliardir krónur. Býurin er rakur av stórum arbeiðsloysi (18 % í 2014) og ógvusligari fráflyting. Í 1950 búðu á leið 1,8 milliónir í Detroit, men í 2014 er fólkatalið bara 650.000.

Sambært Forbes er Detroit er tann býurin í USA við mest harðskapi í 2014 [1], og har vórðu fleiri enn 333 morð skrásett í 2013 [2]. Lógloysið er fimm ferðir størri her enn miðaltalið fyri landið. Samanborið við t.d. New York City verða 11 ferðir so nógv fólk dripin í Detroit, eitt morð fyri 1719 íbúgvar.
Fraklendingar vórðu fyrstu evropearar, sum settu seg niður í Detroit. Hetta var í 1701. 83 prosent av fólkinum í Detroit eru svørt, og nógv teirra eru fátæk. Arbeiðsloysið í býnum er um 18 prosent, á leið tvífalt so stórt sum aðrastaðni í USA.
Búskapur

Fíggjarkreppan 2007-2009 hevur rakt Detroit ógvuliga hart. Millum býirnar sum eru harðast raktir í USA, eru Detroit. Nógv fólk í Detroit eru rakt ógvuliga hart av arbeiðsloysi. Tað er ein dómstólur sum hevur góðkent umsóknina frá býarstýrinum um gjaldsteðg í 2013; hetta er størsta trotabúgv nakrantíð í USA, og gjaldsteðgurin merkir, at kreditorarnir ikki sleppa eftir ognunum hjá býnum, meðan ein ætlan verður gjørd fyri, hvussu skuldin skal fáast av verðini. 650 000 fólk búgva í Detroit, og tey skylda tilsamans yvir 100 mia. kr gjøgnum sín borgaraskap í býnum.
Út ímóti 78.000 bygningar í býnum standa tómir í 2014, og helmingurin av teimum er mettur at kunna rapla. 40 prosent av gøtuljósunum virka ikki. Minni enn helmingurin av sjúkrabilunum í býnum virkaði bara onkuntíð seinasta ársfjórðing. Akførini hjá sløkkiliðnum eru somuleiðis í ringum standi [3].
Ávísingar úteftir
- Heimasíða: detroitmi.gov
- Detroit, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 42°20′43.44″N 83°2′54.24″W / 42.3454000°N 83.0484000°W
Keldur
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
