Erhard Jacobsen
Erhard Jacobsen (føddur 1949 í Sørvági) er føroyskur bókavørður og rithøvundur. Inntil august 2016 var hann leiðari á Føroya Landsbókasavni undir Søvnum landsins og er útbúgvin cand.scient.bibl. frá Danmarks Biblioteksskole í Keypmannahavn í 2004. Áðrenn tað var hann útbúgvin bókavørður. Frá 1977 til 1983 starvaðist hann sum bókavørður á Býarbókasavninum, og síðan sum bókavørður á Landsbókasavninum til 1986, síðan aftur frá 1994 til 1999 og 2002 til 2005. Í tíðini 1986 til 1990 var hann skrivari og seinni formaður í Starvsmannafelagnum. Hann hevur eisini starvast á Landssjúkrahúsinum og sum fulltrúi í Landsbanka Føroya.[1]
Útgávur
- Søgan um okkum - 1981-2011, kom út á 30 ára føðingardegnum hjá MBF 24. oktober 2011, bókin lýsir søguna hjá felagnum. 245 síður.[2]
- Og so veit eg eina vakra søgu. Bókadeild Føroya Lærarafelags 1956-2006. 2006. 306 síður.
- Sørvágs Ítróttarfelag 100 ár: 1905 - 17. mars - 2005. 255 síður[3]
- Dansifrøi 25 ár : eitt minningarrit, 1997[4]
- Kirsten Brix, Erhard Jacobsen, Ole Wich (ed.): Très bien. Kristian Blak 60 ár. Tórshavn: Plátufelagið Tutl, 2007 (126 s., inkl. CD).[5]
- Sankta Frans Skúli, Skúlablaðið. Serblað, 1986[6]
Privat
Erhard er giftur við Sigrun Joensen úr Havn, tey eiga trý børn: Eyðun, Sunneva og Herdis. Erhard er beiggi Marnu Jacobsen, sum er ritstjóri, týðari og bygdaráðslimur og arbeiðir á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Ein annar beiggi er Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Føroya Lærarafelagi.
Keldur
- ↑ "FLB.fo, Erhard Jacobsen nýggjur leiðari á Landsbókasavninum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-05-24. https://web.archive.org/web/20110524111731/http://www.flb.fo/Tidindi/erhard-jacobsen-nyggjur-deildarleieari-a-landsbokasavninum.html. Heintað 2012-09-12.
- ↑ MBF.fo, MBF 30 ár. Tíðindaskriv. 24. okt 2011 hátíðarheldur MBF 30 ára dagin í Norðurlandahúsinum.[deyð leinkja]
- ↑ Books.google.dk
- ↑ worldcat.org
- ↑ books.google.dk
- ↑ "Bfl.fo, Erhard Jacobsen". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-09-14. https://web.archive.org/web/20110914224101/http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP181. Heintað 2013-10-05.
Slóðir úteftir
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.