Fiji
| |||
| Tjóðarslagorð: "Rerevaka na Kalou ka Doka na Tui" | |||
| Tjóðsangur: "Meda Dau Doka" (føroyskt: Gud signi Fiji) | |||
| Alment mál | Fidjioyskt og enskt | ||
| Høvuðsstaður | Suva | ||
| Forseti | Wiliame Katonivere | ||
| Forsætisráðharri | Sitiveni Rabuka | ||
| Fullveldi | 10. oktober 1970 (frá Stórabretlandi) | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
18 274 km² 0,0 % | ||
| Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
896 758 46,4/km² | ||
| Gjaldoyra | Fijidollari (FJD) | ||
| Tíðarøki | UTC +12 (summartíð UTC +13) | ||
| Økisnavn á alnetinum | .fj | ||
| Telefonkota | +679
| ||
Fijioyggjar (Fiji) ella Fidjioyggjar (Fidji) [1] er eitt sjálvstøðugt oyggjaríki í Melanesia, sum liggur eystanfyri Vanuatu, vestanfyri Tonga og sunnanfyri Tuvalu. Fiji liggur 2000 km norðanfyri Ný Sæland. Almennu málini eru tvey í tali, fidjioyskt [2] og enskt [3]. Fólkatalið á oyggjunum er uml. 900 000, herav búgva 90 000 í høvuðsstaðnum. Høvuðsstaðurin eitur Suva og er á oynni Viti Levu. Fidjioyggjarnar fingu sjálvstýri frá Stóra Bretlandi í 1970.
Søga
Fyrstu íbúgvar á oyggjunum komu til oynna frá landssynnings Asiu langt áðrenn evropearar funnu oyggjarnar í 18. øld. Í 1874 gjørdist Fiji bretskt hjáland. Í 1970 gjørdust oyggjarnar sjálvstøðug tjóð, men tað fólkaræðiliga stýrið er fleiri ferðir tikið av ræði av hernaðarkvettum.
Landafrøði
Fiji er ein oyggjabólkur, sum liggur í Melanesia í Kyrrahavinum. Oyggjarnar liggja einar 1700 km eystanfyri eysturstrondini á Avstralia. 322 oyggjar eru í Fiji; 106 eru bygdar og 216 óbygdar. Oyggjabólkurin hevur tó fleiri smærri oyggjar og hólmar enn tær 322. Tær størstu oyggjarnar eru Viti Levu (10 388 km2), Vanua Levu (5 587,1 km2), Taveuni (435 km2) og Kadavu (411 km2). Oyggjarnar eru 18 274 km2 til víddar.
75 % av fólkinum búgva á oynni Viti Levu [4]. Hon er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í Fiji. Teir størstu býirnir eru høvuðsstaðurin Suva, og síðan Lautoka og Nadi.
Búskapur
Fiji verður roknaður fyri at vera eitt satt ferðamannaparadís, hagar fólk úr øllum heiminum og serliga úr Avstralia leita sær. Ferðavinna er eisini ein av týdningarmestu vinnunum í Fiji. Mest er tað heita veðrið og strendurnar sum draga fólk higar. Hvønn dag liggur hitin um 25 °C [5]. Góð inntøka er av ferðavinnuni, men hon kann eisini fara at skaða náttúruna og hava ringa ávirkan á fólkið. Til dømis fara vatnið at ganga undan, tí at gistingarhúsini nýta so nógv vatn til svimjihyljar og stoytbað.
Nøkur fólk í hesum mongu oyggjum búgva í býum (uml. 50 %), men tey flestu lívbjarga sær av landbúnaði, til dømis at velta søtepli ella jamsrót.
Myndarøð
-
Húsini á myndini nevnd bure eru úr Viti Levu.
-
Wairiki-kirkjan á Taveuni.
-
Filmurin "Cast Away" (við Tom Hanks) er spældur inn á Monuriki.
-
Kort av Fijioyggjunum.
Kelduávísingar
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-17. https://web.archive.org/web/20110717173747/http://www.fmn.fo/listar/lond_og_tjodir/lond-tjodir.htm. Heintað 2013-06-18.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-06-06. https://web.archive.org/web/20110606040230/http://www.fmn.fo/tungumal/tungumal.htm. Heintað 2013-06-18.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-01-08. https://web.archive.org/web/20190108073243/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/fj.html. Heintað 2013-06-18.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-03-17. https://web.archive.org/web/20130317095344/http://www.go-fiji.com/geography.html. Heintað 2013-06-18.
- ↑ "Archive copy". http://www.lonelyplanet.com/fiji/weather. Heintað 2013-06-18.
Avstralásia : Avstralia · Norfolksoyggj · Jólaoyggj · Kokosoyggjar
Melanesia : Fidjioyggjar · Papua Nýguinea · Nýkaledónia · Sálomonsoyggjar · Vanuatu
Mikronesia : Guam · Kiribati · Marshalloyggjar · Norðaru Marianaoyggjar · Mikronesiasamveldið · Nauru · Palau
Polynesia : Amerikanska Sámoa · Cooksoyggjar · Franska Polynesia · Hawai'i · Nýsæland · Niue · Pitcairnoyggj · Sámoa · Tokelau · Tonga · Tuvalu · Wallis- og Futunaoyggjar
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
