Jakarta
Jakarta (eisini Djakarta, landslutanavn Jakarta Raya ella DKI Jakarta, áðrenn 1949 Batavia) er høvuðsstaður í Indonesia og liggur á oynni Java. Býurin hevði 9.761.407 íbúgvar (des. 2012)[1]. Stórbýarlandsluturin, sum verður nevndur Jabodetabekjur (navnið er eitt akronym av navninum á teimum býum og økjum har: Jakarta, Bogor, Depok, Tangerang, Bekasi og Cianjur), er ein av heimsisn fólkaríkastu býum og stórbýarøkjum og hevði 25,7 milliónir íbúgvar 2005) sum búðu á einari vídd á 8 771 km².
Býurin liggur við Jakartavíkina í vestara parti av oynni har ið áin Ciliwung munnar út í havið. Uttanfyri býin eru landbúnaðarmarkir og lutvíst eisini regnskógur. 105 størri oyggjar hoyra við til býin, hesar liggja umleið 45 km norðanfyri miðbýin í Jakarta. Oynnar verða nevndar Kepulauan Seribu ("Túsund oyggjarnar").
Býurin varð stovnaður sum ein handilsstøð fyri tað Nederlendska Ostindiska Kompaniið ár 1619. Býurin nevndist tá Batavia og hevði tað navnið til 1949. Núverandi navnið hevur býurin fingið frá einum gomlum indonesiskum havnabýi, hvørs leivdir Batavia var bygdur á. Gamli miðbýurin í Jakarta hevur kanalir eftir niðurlendskum mynstri.
Keldur
- ↑ "Penduduk Provinsi DKI Jakarta: Penduduk Provinsi DKI Jakarta Januari 2008 (Demographics and Civil Records Service: Population of the Province of Jakarta January 2008". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-04-08. https://web.archive.org/web/20120408101949/http://www.kependudukancapil.go.id/index.php?option=com_content&view=article&id=4&Itemid=63. Heintað 2014-04-08.
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
