Kol

Antrasitt, harðasta kolslag,ið er til. Av tí at antrasitti er meiri kolevni, tað hitar betur og rýkur minni enn nakað annað kolslag, er antrasitt virðismesta kolið, ið til er.
Kolaøkið í USA; øki, har kol verður høgt. Ógvuliga nógv kol er í USA; í m.a. Montana, Wyoming og Vesturvirginia er nógv kol.

Kol er eitt slag av legugrýti, ið stavar frá steinrunnum í plantuleivdum. Kol hevur verið høgt líka síðan miðøld; í Føroyum tó síðan 17. øld. Nøkur nám, sum tey føroysku, eru opin út í lendið, men aðrastaðni liggja tey flestu námini langt undir jørð. Nú á døgum verður nógv framkomin útgerð nýtt í flestu kolanámum í t.d. USA og Evropa. Kol liggur ofta í lindum millum aðrar jarðlindir. Í Suðuroy eru flestu staðir tvær kolalindir, við leirlindum bæði undir, yvir og ímillum. Skilt verður millum tvey sløg av føroyskum koli, strípukol og nýrakol. Fólk hava í øldir brent kol til matgerð og hita. Alla 19. øld var kol størsta orkukeldan í heiminum. Dampmaskinurnar, ið elvdu ídnaðarkollveltingina, vóru kolfýrdar. Enn verður nógv kol brent, eisini í elverkum at gera streym. Kol er eisini týdningarmikið ráevni í mongum ídnaði, serliga stál- og jarnídnaði. Kol er uml. 80 til 90 % reint kolevni ella karbon. Tað verður eisini nevnt steinrunnið brennievni, tí tað er komið av plantum, sum vuksu fyri nógvum mió. árum síðan. Í føroyskum koli eru m.a. leivdir av ovurstórum furutrøum, sum vuksu her fyri einum 50 mió árum síðan. Enn er nóg mikið av koli til orku í mong hundrað ár aftrat. Men mong stúra, tí kol dálkar illa, tá ið tað verður brent.


Liggur kolið ovarlaga, verður tað brotið í opnum námum. Fyrst verður grivið omanav, og so verður kolið brotið. Men oftast liggja kolalindirnar so djúpt, at hetta ikki ber til. Tá verður ein gong grivin niður á kolið, og síðan verður grivið inn eftir kolalindunum. Væl inn í okkara øld varð kol mest nýtt at hita upp við og at kynda undir guvumaskinum í verksmiðjum, skipum og tokum. Seinastu tíðina hava diesel- og olja-motorar tikið yvir. Nú hevur kol trý høvuðsnýtsluøki: sum brenni í hitakraftverkum, at bræða jarn við og sum ráevni í karbokemiska ídnaðinum, t.v.s. at vinna úr tí ymiskar evnafrøðiligar sambindingar, sum verða nýttar at gera t.d. oljur, litevni, plast, sproytievni, kunsttøð, o.a.

Upprunin til kol

k

Kolið, vit brenna, er fleiri millióna ára gamalt. Tað er komið til fornum gróðri á okkara leiðum í einum heitum og gróðrarmiklum tíðarskeiði í jarðarsøguni. So hvørt sum fræ, leyv, deyðar greinar og viðarbular savnaðust í skógarlendinum, kom rot í. Sum frá leið, kom hetta tilfar undir farg av tyngdini á grótinum, sum legðist omaná, vatnið varð kroyst burtur úr tí, og so við og við gjørdist tað fyrst til mógv og seinni til kol, sum treytað av hvussu høgt trýstið og hitin hava verið, verður flokkað í fimm ymisk kolasløg. Fyrsta kolið var sumstaðni til longu fyri 300 mió árum síðan. Trø og plantur skolaðu við ánni út í vatnið, og lógu seinni undir í runu. Tá ið planturnar tornaðu so líðandi í rununi, vórðu tær til mógv. Turkaður mógvur verður torv. Føroyingar skóru nógv torv fyrr. Nakað av mógvinum gjørdist av trýsti og hita til brúnkol. Brúnkol varð m.a. høgt í Jútlandi Seinna heimskríggji. Føroyska kolið er á markinum ímillum steinkol og brúnkol. Í Suðuroy hava teir høgt kol í Randabotni og í Hvalba. Teir góvust í Rangabotni í 1970, men í Hvalba verður høgt eitt sindur enn. Í mong hundrað ár máttu menn høgga kolið við hond. Nú brúka teir trýstluftborar og teldustýrdar gravkýr.

Fólk hava, har sum kolið er, í fleiri túsund ár havt kol til brenni. Tey funnu kolamolar í homrum og bóru til hús. Men tey høgdu ikki kol, sum tey gera nú. Bretar vóru fyrstu menn, sum fóru at høgga kol at selja; tað var fyrst í 18. øld. Kolið varð selt til húsbrúk í teimum stóru býunum. Seinast í 18. øld kom trongdin eftir koli at økjast, tí tá var dampmaskinan, sum gongur við koli, tikin í nýtslu í ídnaðarhúsum, smiðjum og vevstovum um alt landið. Tá fóru menn av álvara at grava seg niður í jørðina eftir koli, og kolagrevstur kom at vera ein týðandi táttur í tí enska búskapinum. Kol hevur til okkara dagar verið høvuðsbrenni í heiminum, men verður nú meira og meira otað burtur av gassinum og oljuni.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Content Disclaimer

Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.

  1. The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
  2. There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
  3. It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
  4. Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
  5. Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.