Lars Moa
Lars Kolbjørn Moa (føddur 1947) er ein norskur týðari og fyrrverandi lærari. Hann er útbúgvin lærari við eftirútbúgving í enskum og norðurlendskum málum, og var lærari í ungdómsskúlanum frá 1970. Moa er nevndarformaður í Ole Vig-fondinum, sum býtir út Ole Vig-virðislønina.
Moa hevur enduryrkt/týtt bøkur úr føroyskum til nýnorskt síðan 2003,[1] bæði barnabøkur, yrkingasøvn og skaldsøgur. Hann fekk heiðurslønina Målblomen frá Noregs Mållag í 2007 fyri sítt arbeiði við at gera føroyskar bókmentir meira kendar í Norra, serliga við at týða verk eftir rithøvundan Jóanes Nielsen.[2] Fyri hetta arbeiði varð hann eisini tilnevndur Kritikerprisen fyri bestu týðingina av Norsk kritikerlag í 2008.[3] Í 2011 varð hann heiðraður við Sokneprest Alfred Andersson-Ryssts virðislønini fyri hansara arbeiði fyri at styrkja norskt-føroyskt samstarv. Í 2009 vóru fýra av bókatýðingunum hjá Moa givnar út.
Týðingar úr føroyskum til nýnorskt
- Sting. Rithøvundur: Jóanes Nielsen.
- Bruer av svoltne ord. Rithøvundur: Jóanes Nielsen.
- Símun Sámal. Rithøvundur: Martin Næs.
- Frå alle kantar ber vinden med seg ord og plantar og teikn. Rithøvundur: Jóanes Nielsen.
- Det fins dei som tar månelys på alvor. Rithøvundur: Jóanes Nielsen.
- Tider skal komme. Rithøvundur: Oddvør Johansen.
- Dei kallar meg berre Hugo. Rithøvundur: Rakel Helmsdal.
- Glansbildesamlarane. Rithøvundur: Jóanes Nielsen.
- U-. Historier om djevelskap. Rithøvundur: Carl Jóhan Jensen.
Keldur
- ↑ nrk.no - Færøyenes trønderske misjonær
- ↑ "nm.no - Målblome til Lars Moa". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-07-01. https://web.archive.org/web/20160701170307/http://www.nm.no/tekst.cfm?path=10197%2C10201%2C10354&id=2291. Heintað 2014-11-22.
- ↑ "Kritikerlaget.no - Kritikerprisen for beste oversettelse - de nominerte". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-07-17. https://web.archive.org/web/20140717061350/http://www.kritikerlaget.no/nor/pages/319-kritikerprisen_for_beste_oversettelse_de_nominerte. Heintað 2014-11-22.
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.