Manila
| Manila | |
|---|---|
| Flagg | Skjøldur |
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Vídd: | 38.55 km² |
| Íbúgvar (2014): | 21,241,000 |
| fyri km²: | 43,079/km² |
| Heimasíða: | Manilacityph.com |
Manila (filipinskt Lungsod ng Maynila ella Siyudad ng Maynila) er høvuðsstaðurin í Filipsoyggjunum. Manila er ein av heimsins mest fólkaðu býum og har búgva 21,2 milliónir fólk, tá ið forstaðirnir eru taldir við. Umleið 35 prosent av hesum búgva í slummum, sambært Heims Heilsustovninum WHO [1]. Stórir partar av høvuðsstaðnum í Filipsoyggjum eru niðan sjóvar, tí er javnan vatnflóð í býnum í regntíðini. Tær um 21 milliónirnar í høvuðsstaðnum á Filippinunum verða oftari og oftari raktar av vatnflóð. Fólk sum búgva úti við strondina í Manila eru millum tey sum verða harðast rakt av globalu upphitingini. Tað stendur millum annað í einum uppriti til eina ST-rapport um veðurlagstrupulleikar í 2014 [2]. Fleiri milliónir fólk fara helst at mista heimini av vatnflóð, hungursneyð og hægri sjógvi, ávarar frágreiðingin. Fleiri broytingar av veðurlagsbroytingunum eru longu sjónligar.
Spaniamenn tóku Manila í 1571, styrktu býarmúrin og gjørdu býin til høvuðsstøð í ásiatiska hjálandaríki sínum. Manila hevur í øldir verið týdningarmikil handilsbýur, og higar komu keypmenn úr so fjarskotnum londum sum Miðeystur, India og Japan. Nú er Manila lívligur stórbýur, har búgva 21 milliónir fólk.
Í juni 1991 fór gosfjallið Pinatubu norðan fyri Manila at goysa. Gosfjallið goysti øsku og grótbræðing ógvisliga í 10 dagar. Eftir stuttari tíð varð landslagið hult undir eini 7 m. tjúkkari urð. Ógvisligt avfall broytti landslagið til eitt veldugt runudíki, sum fylti dalar og tipti áir. Aetafólkið, ið búði har, misti hús og jørð eftir einari nátt.
Í Manilla er stórt fjall. Ólikt øðrum fjøllum er tað ikki av gróti, men av ruski. Hvønn dag koyra ruskbilar úr Manila út hagar við húsarhaldsruski. Hópin av fólki, enntá børn heilt niður í fýra ára aldur, halda til á hesum fjalli og vinna sær til lívsins uppuhald; leita eftir fløskum, pappi, plasti og tíllíkum, ið tey selja til endurnýtslu.
Keldur
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
