Nema
Nema er partafelag, ið bjóðar fjarskiftistænastur í Føroyum. Tá fyritøkan varð stovnað nevndist hon Kall. Fyrsti stjórin í Kall var Bjarni A. Bjarnason. Verandi stjóri er Gudny Langgaard.[1] Vodafone var høvuðsstuðul hjá bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum í trý ár, frá 2008 til og við 2011. Deildin var tá nevnd Vodafonedeildin.[2]
Søga
Eftir at Føroya Løgting hevði avtikið einkarættin á fjarskiftisøkinum í 1999, kundu onnur koma inn á marknaðin og kappast við táverandi Telefonverk Føroya Løgting (nú Føroya Tele).
Kall varð stovnað summarið 1999 av Ólavi Ellefsen, Ólavi Gregersen, Jónsveini Joensen og Terja Durhuus[3].
- Í juni 2000 komu fíggjarligir íleggjarar uppí Kall, harímillum Framtaksgrunnur Føroya.
- Í juli 2005 seldu nakrir av táverandi eigarum av Kall - Framtaksgrunnur Føroya og Notio - sín partapening til Vodafone Ísland. Felagið kom soleiðis at eiga 82,1% av felagnum. Kall er nú dóttirfelag hjá Vodafone Ísland. Tað er íslendska felagið Dagsbrún, ið eigur Vodafone Ísland.
- Í apríl 2006 stovnaðu Kall og Elektron felag, ið skuldi bjóða føroyingum breiðband. Felagið kallaðist P/F Føroya Breiðband og fekk seinni navnið EITT. Í mars 2007 yvirtók Kall partapeningin hjá Elektron í EITT.
- 29. mai 2008 varð navnið Kall slept, og felagið tók navnið Vodafone, sum er navnið á høvuðspartaeigaranum.
Keldur
- ↑ "Vodafone.fo, Bygnaður". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-04-19. https://web.archive.org/web/20120419181718/https://www.vodafone.fo/um-vodafone/virkislysing/bygnadur/. Heintað 2012-01-05.
- ↑ Sudurras.info, Vodafonedeildin farin í søguna
- ↑ https://www.vodafone.fo/Default.aspx?pageid=37 Archived 2011-08-11 at the Wayback Machine Virkislýsing av Vodafone
- Heimasíðan hjá Hey
- Grein um Kall á Portalinum [1]
- Grein um Kall á Portalinum [2]
- Grein um Kall á Portalinum [3]
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.