Nikosia

Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Nikosia
Grunddáta
Land: Kýpros Kýpros
Vídd: 111 km²
Íbúgvar (2012: 276.410
fyri km²: 2.490/km2
Mál: Griskt og turkiskt
Tíðarzona: UTC +2
Heimasíða: Nikosia kommuna Archived 2007-12-24 at the Wayback Machine

Nikosia (grikskt: Λευκωσία (Lefkosia), turkiskt: Lefkoşa) er høvuðsstaður á Kýpros. Nikosia liggur mitt á oynni við ánna Pedieos. Býurin liggur á markinum millum syðra part av Kýpros, har meirilutin av íbúgvunum eru griksttalandi kýpriotar, og Norður Kýpros, sum er hersett av Turkalandi og einans viðurkent sum land av Turkalandi. Býurin Nikosia varð í 1974 býttur sundur í ein syðra part, sum hoyrir til Lýðveldi Kýpros og ein norðara part, sum hoyrir til ikki viðurkenda Norður Kýpros. Í 2011 búðu 239.277 fólk í syðra partinum, meðan fólktalið í norðara partinum av býnum var 71,078 í 2006. Nikosia er tann búskaparligi, politiski og mentanarligi miðdepilin á Kýpros. Eftir at Berlinmúrurin fall, er Nikosia einasti høvuðsstaður í heiminum, ið er býttur sundur í tveir partar.[1] Býurin er skildur sundur av einari sonevndari grønari linju, har friðarvarðveitandi herdeildir hjá ST halda vakt. Henda linjan gongur gjøgnum ein stóran part av oynni og er 180 km long. Økið byrjar í útnyrðings partinum av oynni tætt við Kato Pyrgos, økið gongur síðan gjøgnum høvuðsstaðin Nikosia og endar í landssynnings partinum av oynni beint sunnanfyri havnabýin Famagusta.

Keldur

  1. "AFP, skrivað hevur Sonia Wolf, goymt hjá Google.". http://www.google.com/hostednews/afp/article/ALeqM5gB3sovbVB-blTdLbpnPSQ_l143Cw. Heintað 2010-04-14. 

Slóðir uttaneftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Content Disclaimer

Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.

  1. The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
  2. There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
  3. It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
  4. Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
  5. Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.