Sniglar
| Sniglar | ||||||
|---|---|---|---|---|---|---|
| Vísindaflokking | ||||||
|
Sniglar (frøðiheiti - Gastropoda) er tann hópurin av lindýrum ið hevur flest sløg. Uml. 78% av lindýrum eru sniglar. Grikska heitið gastro-poda merkir búkføtur, tí sniglar skríða á búkinum. Í stødd kunnu sniglar verða frá 1 mm til uml. 1 m. Sniglar liva á landi, sjógvi og vatni. Nógv sløg liva á landi, men tveir triðingar av sløgunum liva í vatni og sjógvi. Sniglar verða býttir í fýra hópar: Prosobranchia (Framtáknusniglar), Opistobranchia (Baktáknusniglar), Pulmonata (Lungnasniglar) og Gymnomorpha,
Anatomi

Eins og skeljadýr eru sniglar lindýr. Nógv ymisk sløg eru, serliga í sjónum. Summi sløg hava vundna skel, onnur hava onga skel, men svimja uppi í sjónum. Mong smærri sløg hava tjúkka skel.
Kroppurin á snigli er skiftur í yvirkropp og undirkropp. Í flestu førum er skel um yvirkroppin, men hjá summum, t.d. svartasnigli er skelin skerd til ein húðarfald sum er ein (innvortis) kápa. Á høvdinum (á sjósnigli) eru tveir kampar til at tevja við, eygu og muður við rívitungu. Í yvikroppi liggja hjarta, livur og nýru. Landsniglar hava fýra kampar (horn), har eyguni sita á ovaru kampunum, tevið á teim niðaru; tað finnast eisini sniglasløg sum eru blind, ella als ongi eygu hava, t.d. sniglar ið livað niðri í moldini. Landsniglar hava smáar kertlar millum rukkurnar á kroppinum, og úr teimum kemur slím. Landsniglar kunnu torna upp; men slímið verjir teir fyri turk, og kemur mold og skittur á teir, so lata teir nógv slím úr húðini, so skitturin glíður uttan av teimum. Snigil skríður á fótinum. Blóðið setur niður í hann, so at hann bólgnar og kemur niður úr skelini. Ein vøddi í afturpartinum tekur fótin inn aftur í skelina.[1]
Nøring
Nógvir sniglar eru tvíkynjaðir, tvs. teir hava bæði kvenn- og kallkynsgøgn og nakrir teirra kunnu yngla við bæði kynjaðari og ókynjaðari nøring, tvs. teir kunnu fáa avkom, bæði við maka og uttan maka. Nógvir sniglar verpa egg, men summir sjósniglar gýta livandi ungar.
Føði
Flestu sniglar eru plantuetarar ella liva av æti, men tað finnast eisini sniglar sum eru rovdjór burturav, t.d. agngágga ið livir av skjeljadjórum, sniglar ið eru ræátarar, og eisini finnast sniglar ið liva sum snultarar (parasittar) á øðrum verum. Plantuetandi landsniglar, t.d. garðsniglar [2] og morsniglar kunnu vera sannar plágur í landbrúkinum og hjá urtagarðsfólki.
Yvirlit yvir sniglar í Føroyum
- Prosobranchia (Framtáknusniglar) í Føroyum
- Opistobranchia (Baktáknusniglar)
- Pulmonata (Lungnasniglar) í Føroyum
- Gymnomorpha
Siðbundin uppdeiling av sniglum Gastropoda
Prosobranchia (Framtáknusniglar)
- Hópur: Archaeogastropoda
- Hópur: Mesogastropoda
- Yvirfamilja: Littorinacea
- Familja: Littorinidae – Fjørukúvingar (Fjørukúvingur...)
- Yvirfamilja: Rissooidea
- Familja: Hydrobiidae – Dyndsnegle (Stor dyndsnegl...)
- Yvirfamilja: Cerithiacea
- Familja: Turritellidae – Tårnsnegle (Tårnsnegl...)
- Yvirfamilja: Epitoniacea
- Yvirfamilja: Hippnicacea
- Yvirfamilja: Calyptraecea
- Yvirfamilja: Strombacea
- Familja: Aporrhaiidae – Pelikanfodssnegle (Pelikanfod...)
- Yvirfamilja: Cypraecea
- Yvirfamilja: Tonnacea
- Yvirfamilja: Littorinacea
- Hópur: Neogastropoda
- Yvirfamilja: Muricacea (Muricidae, Thaididae, Columbariidae, Magilidae)
- Yvirfamilja: Buccinacea
- Familja: Buccinidae – Gággusniglar, (agngágga, streymgágga...)
- Yvirfamilja: Volutacea (Olividae, Vasidae, Turbinellidae, Harpidae, Mitridae, Volutidae, Marginellidae)
- Yvirfamilja: Conacea (Cancellariidae, Conidae, Terebridae, Turridae)
Opisthobranchia (Baktáknusniglar)
- Hópur: Cephalaspidea
- Yvirfamilja: Acteonacea (Hydatinidae)
- Yvirfamilja: Philinacea (Scaphandridae)
- Yvirfamilja: Bullacea (Atyidae, Bullidae)
- Hópur: Anaspidea
- Hópur: Sacoglossa
- Hópur: Thecosomata
- Hópur: Gymnosomata
- Hópur: Notaspidea
- Hópur: Nudibranchia – Nakinsniglar
- Hópur: Pteropoda
Pulmonata (Lungnasniglar)
- Hópur: Systellomatophora
- Hópur: Basommatophora – Ferskvatnslungnasniglar
- Familja Lymnaeidae – Vatnakúvingar (Lymnaea stagnalis, pytsnegl)
- Hópur: Stylommatophora (Landlungesnegle)
- Familja: Arionidae (svarti snigil, morsnigil...)
- Familja: Limacidae (leopardsnigil, akursnigil...)
- Familja: Helicidae (Kjarrsnigil , lundarsnigil, urtagarðssnigil, burgundarsnigil, garðsnigil, Vanligur loðsnigil [3] ...)
Keldur
- ↑ Theodor Hansen, Náttúrusøga, Føroya Skúlabókagrunnur, 1981
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-04. https://web.archive.org/web/20160304212141/http://malrad.fo/page.php?Id=81&l=fo&s223=gar%C3%B0snigil. Heintað 2015-11-04.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-12-06. https://web.archive.org/web/20211206150503/http://malrad.fo/page.php?Id=81&l=fo&s223=kjarrsnigil. Heintað 2015-11-04.
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.