Uni Debess

Uni Reinert Debess á Jóansøkufestivalinum 2009 á Tvøroyri
Uni Reinert Debess spælir her á tiltakinum Blues Perlan í apríl 2014 við Debess Blues Station. Hetta kvøldið spældi hann fyri fyrstu ferð alment við sínum nýggja 12-streingja guitari.

Uni Reinert Debess er tónleikari, yrkjari, tónasmiðjur, sangari og gittarleikari. Hann er føddur 24. november 1979 í Havn. Uni er sonur Per Debess, sála, sum eisini var tónleikari.

Útgávur

  • "Uni Debess, GREEN", 2016.[1]
  • "Uni Debess, Blue Buzz", 2013.[2]
  • "Uni Debess, Life Is a Picture", 2012.
  • "Debess Blues Station, Live from the dairy (DVD)", 2011.
  • "Debess Blues Station, 2010. Tónleikarar: Uni Reinert Debess, Edvard Nyholm Debess og aðrir.
  • "The Well, Crawling Blue, 2009. Teir sum manna bólkin eru: Uni Reinert Debess, Brandur Jacobsen, Eyðun Johannesen og Óli Olsen.[3]
  • "Uni Debess, Gengi Eg, Yrkingar eftir Nyholm Debess", 2006.
  • "Go Go Blues, Face to Face with the Devil", 2006.
  • "Go Go Blues, Live in studio", 2005.
  • "Headache Blues Treo, Mr. Puffman", 2004. Sangari: Uni Reinert Debess.[4]

Lívsleiðin innan tónleik

Uni byrjaði seint at fáast við tónleik. 1999-2001 lærdi Uni um tónleikaástøði og gittarleik á Tórshavnar Musikkskúla. Hann hevur gingið til ymsa gittarvenjing eftir tað.

Í 2001 spældi hann við bólkinum Teir á Free Føroyar-konsert. Í 2002 spældi hann á ólavsøkukonsert við Bates Motel, í 2003 við Headache Blues Treo og í 2004 við GoGo Blues.

Vann Prix Føroyar við GoGo Blues

23. apríl 2005 vann hann Prix Føroyar í bólkinum GoGo Blues. Umframt at vinna sjálva tónleikakappingina, vann GoGoBlues virðisløn fyri besta tónleikabólk, umframt at bólkurin varð boðin við til G!Festivalin. Í august sama árið var hann saman við GoGo Blues í Kanada og spældi á ymsum festivalum. GoGo Blues gav út fløgu í 2005.

Spælir við fleiri ymiskum bólkum og tónleikarum

Uni spælir við ymiskum bólkum og tónleikarum, m.a. Debess Blues Station, Crawling Blue og saman við øðrum einstøkum tónleikarum. M.a. hevur hann framført saman við Froðbiar Sóknar Blues Orkestri og við Trónda Enni[1] úr Suðuroynni og við pápabeiggja sínum Edvard Nyholm Debess.[2][deyð leinkja] Teir báðir hava spælt saman í einum bólki sum teir nevna Debess Blues Station.[5] Í desember 2010 góvu teir fløvu út við sama heiti.[6]

Keldur

  1. unidebess.com
  2. "composers.fo - Uni Debess". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305084135/http://www.composers.fo/uni+debess.html. Heintað 2016-03-02. 
  3. Portal.fo, Konsert vid Crawling Blue, Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall[deyð leinkja]
  4. "mp3.com". http://www.mp3.com/artist/go-go-blues/summary/. Heintað 2010-12-22. 
  5. Dimma.fo[deyð leinkja]
  6. Facebook.com

Slóðir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Content Disclaimer

Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.

  1. The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
  2. There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
  3. It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
  4. Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
  5. Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.