Vermont

Vermont
Flagg Skjøldur
Land: USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Montpelier
Størsti býur: Burlington
Innlimað: 4. mars 1791
Guvernørur: Phillip Scott (R)
Vídd: 24,923 km²
Íbúgvar (2014): 626,562
fyri km²: 26.1/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.vermont.gov

Stakríki Vermont (enskt: State of Vermont) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. Vermont er tað triðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine og Massachusetts. Her í Vermont búgva umleið 626 000 fólk. Montpelier er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Burlington.

Vermont er eitt av minstu stakríkunum í Sambandsríkinum Amerika. Í norðri hevur Vermont mark við Kanada (Quebec), í eystri við New Hampshire, í suðri við Massachusetts, og í vestri við New York. Í 1791 bleiv Vermont stakríki í USA. Eyknevni er Grønfjallstaturin (enskt: The Green Mountain State). Tað mesta av stakríkinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skógvaksin. Umhvørvið er sera grønt. Vermont er mest sum bara skógarlendi (78,2 % í 2015[1]) við nøkrum fruktagóðum dølum upp ímillum. Bygdirnar í Vermont eru ofta heldur smáar. Tey dyrka bæði hunangur, mais og landbúnaðarvara. Neytum hava teir nógv av; nógv av mjólkini verður gjørt til ost. Men gitnast er Vermont fyri siropur.[2] Upprunaliga var tað kallað “Vermont siropur”. Høvuðsstaðurin í Vermont er Montpelier. Hann er kendur sum ein av vakrastu býunum í New England, og fólk í hundratúsundatali søkir hagar á hvørjum ári.

Her er heitt-temprað veðurlag og leyvskógir við ymsum leyvtrøum. Eins og í øðrum vakstrarbeltum – serliga í Evropa – hava menniskju havt ávirkan á nógv. Fyrr høgdu fólk leyvskóg fyri at fáa við og byggitilfar til hús og bátar. Eisini sumrini eru lýggj og long til, at har kunnu vaksa bæði leyv- og nálatrø. Men leyvtrøini standa ikki grøn alt árið, tí vetrarnir eru ikki nóg mildir, bløðini falla av um heystið og koma aftur um várið. Hesi trø kalla vit tí leyvfallandi trø. Í New England er árligi hitamunurin so stórur, at fýra árstíðir eru: heyst, vár, summar og vetur. Harumframt regnar allar tíðir á árinum.



Í fleiri øldir fyri okkara tíðarrokning vóru mohawk-indiánar høvuðsfólkið í Vermont.

Størstu býir

Býir í Vermont

Teir 8 størstu býirnir (cities) í Vermont eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[3]

  1. Burlington 42 819
  2. South Burlington 19 509
  3. Rutland 15 074
  4. Barre 8 528
  5. Montpelier 7 372
  6. Winooski 7 333
  7. St. Albans 6 801
  8. Newport 4 257

Bygdir

Tær 4 størstu bygdirnar (towns) í Vermont eftir íbúgvatali vóru í 2010 hesir:

  1. Essex 19 587
  2. Colchester 17 067
  3. Bennington 15 764
  4. Brattleboro 12 046

Myndir

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Coordinates: 44°0′0″N 72°42′0″W / 44.00000°N 72.70000°W / 44.00000; -72.70000

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar


Content Disclaimer

Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.

  1. The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
  2. There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
  3. It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
  4. Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
  5. Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.