Yggdrasil
Yggdrasil er eitt norðurlendskt tónleikaensemble við støði í Føroyum. Tónleikabólkurin varð stovnaður í 1981 av tí danska/føroyska tónasmiðinum og pianistinum Kristian Blak, sum hevur skrivað tað mesta av tilfarinum hjá bólkinum. Alla tíðina hevur Yggdrasil havt tónleikarar frá øðrum Norðurlondum, sum koma frá einum fjølbroyttari tónlistaligari bakgrund, serliga við støði í jazz, men eisini frá etniskum tónleiki, fólka-, rokk- og klassiskum tónleiki.
Tey flestu verkini eru blivin skapt í samstarvi við aðra list: visuellari list, skaldskapi, ballet, opera - ella í summum førum við náttúruni (konsertir í gjáum/holum við sjógvin). Tá fløgan Seta kom út í 2009, varð skipað fyri útgávukonsert í Klæmintsgjógv.[1]).
Bólkurin eitur eftir heimstræðnum Yggdrasil í Norrønu gudalæruni.
Limir í Yggdrasil
Verandi og fyrrverandi limir í Yggdrasil:
- Anders Hagberg, floyta & saksofon
- Anders Jormin, bass
- Angelika Nielsen, violin
- Brandur Jacobsen, trummur
- Eivør Pálsdóttir, vokal
- Ernst Dalsgard, floyta
- Heðin Ziska Davidsen, guitar
- John Tchicai, saksofon
- Kári Sverisson, vokal
- Karin Korpelainen - trummur
- Kristian Blak, piano
- Lelle Kullgren, guitar
- Mia Káradóttir, floyta
- Mikael Blak, bass
- Ólavur Øster, guitar
- Rasmus Lyberth, vokal
- Tore Brunborg, saksofon
- Villu Veski, saksofon
Tónleikaútgávur
- Den Yderste Ø (HJF 12, Tutl 1981) - yrkingar eftir William Heinesen
- Ravnating (HJF 13, Tutl 1982) - eitt multimiðlaverk við tónleiki sum Kristian Blak hevur komponerað og myndarøð eftir Philippe Carré.[2]
- Heygar og Dreygar /
The Four Towers ballet gjørt við íblástri frá "Barnetegning" eftir William Heinesen (HJF 15/19, Tutl 1985) - Concerto Grotto /
Drangar - tónleikur skrivaður til "standmyndir" í føroysku náttúruni (HJF 33, Tutl 1984 / 1993) - Brøytingar (HJF 21, Tutl 1988)
- Yggdrasil (HJF 88, Tutl 2002) - sangari: Eivør Pálsdóttir
- Live in Rudolstadt (HJF 99, Tutl 2004) - við luttøku av Eivør Pálsdóttir (live-upptøkur frá TFF Rudolstadt 2003)
- The Tübingen Concert (2 DVD, HJF 122DVD, Tutl 2005) - live-upptøkur á University Hospital, Tübingen (Týskland)
- Risastova (HJF 111, Tutl 2006 ) - sangari: Kári Sverrisson
- Askur (2 CD, HJF 133, Tutl 2007) - live-upptøkur 1982-2006
- Duologues - Kristian Blak og Anders Hjuler
- Seta - Richard Nunns & Yggdrasil - HJF155, Tutl, 2009. Richard Nunns er úr Ný Sælandi, hann og Kristian Blak, Heðin Ziska Davidsen og Mikael Blak hava gjørt tónleikin við ljóðførum úr Norðurlondum og frá Maori siðvenjuni. Upptøkurnar eru gjørdar í Klæmintsgjógv og í Studio Bloch.
- Grót & Vatn (HJF 233, Tutl 2012) - live-upptøkur í Norðurlandahúsinum, Tórshavn
Keldur
- ↑ Planet.fo[deyð leinkja] Útgávukonsert í Klæmintsgjógv
- ↑ "Kristianblak.com". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305051936/http://www.kristianblak.com/index.php?option=com_content&view=article&id=18:hjf013&catid=3:recordings-with-yggdrasil&Itemid=6. Heintað 2013-02-06.
Slóðir úteftir
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.