Hamradun
Hamradun er ein føroyskur fólka-rokk tónleikabólkur. Forsangarin í bólkinum er Pól Arni Holm av Tvøroyri, ið var forsangari í Týr frá 1998 til 2002. Hamradun gav út fyrstu útgávuna í 2015, talan var um eina fløgu við 7 sangum, allir á føroyskum. Nevnast kunnu Sneppan í Hamrabyrgi, ið byggir á søgnina um eina kvinnu, ið búði einsamøll eftir í Hamrabyrgi (í somu vík sum Víkarbyrgi í Suðuroynni), av tí at øll hini í bygdini vóru deyð av svartadeyða, og so gingu fólk úr Sumba og kastaðu mat niður til hana, so hon ikki doyði í hungri. Ein sangur er um frísarnir í Akrabergi og ein um Snæbjørn, ið eisini er ein søgn úr Suðuroynni. Sinklars vísa er eisini við á fløguni.[1] John Áki Egholm spælir og syngur eisini við í Hamradun, hann er eisini kendur frá bólkinum tungmálmsbólkinum Hamferð. Uni Debess er kendur frá fleiri blues-bólkum, eitt nú GoGo Blues.[2]
Limir í bólkinum
- Pól Arni Holm: forsangari
- Uni Debess: leiðandi guitarleikari
- John Áki Egholm: rytmu-guitar/sangur
- Finnur Hansen: keyboards
- Heri Reynheim: bass
- Rani Hammershaimb Christiansen: trummur
Tónleikaútgávur
- 2015 - Hamradun, Tutl. Fløga við 7 sangum.
- 2019 - Hetjuslóð
- 2024 - Nætur níggju
Heiður
- Hamradun tilnevndur FMA 2016 virðislønir í bólkunum Ársins nýggja navn og Ársins bólkur
- Forsangarin í Hamradun, Pól Arni Holm, tilnevndur Ársins sangari á FMA 20116
Keldur
- ↑ "tutlrecords.com - Hamradun". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-27. https://web.archive.org/web/20160327225110/http://tutlrecords.com/products_show.php?ProductId=747. Heintað 2016-03-08.
- ↑ "tutlrecords.com - Roaring new release from Hamradun". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-10-20. https://web.archive.org/web/20201020113005/https://tutlrecords.com/news_show.php?NewsId=91. Heintað 2016-03-08.
Slóðir úteftir
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.