Merkur

Merkur (symbol:
) hevur sum Venus, Mars, Jupiter og Saturn altíð verið kend. Hon er tann minsta av hesum "gomlu" gongustjørnunum, men tá ið Pluto varð funnin í 1930, fekk Merkur ivasama heitið at vera næstminsta gongustjørnan. Á altjóða ráðstevnuni fyri stjørnufrøðingar í 2006 misti Pluto sína støðu sum gongustjørna og varð bólkað av nýggjum í bólkin gongustjørudvørgar, og er Merkur tí aftur at rokna sum minsta gongustjørnan í okkara sólskipan. Hon er bert áleið hálva aðru ferð størri enn Mánin.
Merkur er næst Sólini. Lítil er hon, knappar 5 túsund km í tvørmál; tað er um 40 % meira enn tvørmálið á okkara mána. Á ýtuni minnir hon eisini mest um mánan. Á myndum, sum amerikanska rúmdarfarið Mariner 10 tók í 1974, síggjast dalar og fjøll, rivur og holur. Hon hevur eina fasta flatu omaná, burtursæð frá teimum holunum, sum eru skapt tá meteorar og annað hava gjørt um seg gjøgnum milliardir av árum. Arruta ýtan er tekin um, at loftsteinar í hópatali eru dotnir niður á Merkur fyrstu mia. árini, eftir at gongustjørnan varð gjørd. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 28°, tí er Merkur ring at síggja, og hon sæst bara í skýmingini ella í lýsingini. Lofthav er einki, til tess er Merkur ov løtt. Nógvi hitin forðar tí eisini. Á sólsíðuni eru máld 427 °C, á skuggasíðuni -173 °C. Innan í Merkur er jarnkjarni, og um hann er magnetfelt. Máni okkara hevur hvørki. Um Merkur melur eingin máni. Merkur eitur eftir rómverska handilsgudinum.
Hagtøl
- Miðalfjarstøða frá sólini: 57,9 milliónir km
- Rotatiónstíð (longd á degnum): 59 jarðardøgn
- Umfarstíð (longd á árinum): 88 jarðardøgn
- Yvirflatuhiti: -180 °C (náttsíðan); 430 °C (dagsíðan)
- Diametur: 4 875 km
- Rúmd: 0,056 ferðir Jørðina
- Massi: 0,055 ferðir Jørðina
- Tyngdarakseleratión við ekvator í mun til Jørðina: 0,38
- Tal av mánum: 0
- Eygleiðing: Merkur er ongantíð meir enn 28º frá Sólini á himlinum og sæst tí bert við sólarris ella sólsetur. Hon er tann truplasta av teim nærmastu gongustjørnunum at fáa eyga á, og sæst einans nakrar fáar dagar hvønn mánað.
Gonga Merkurs um Sólina
Merkur er tann gongustjørnan, ið hevur mest sermerktu gongdina um Sólina. Tað eru aðrir himmalknøttir, ið hava gongur, ið eisini eru serligar, men hesir knøttir eru ikki gongustjørnur. Í perihelium er Merkur einans 46 milliónir km frá Sólini, men í aphelium er hon 69,8 milliónir km haðani. Ekvatorialplanið hjá Merkur fellir saman við umfarsásin (tvs. rotatiónsásin stendur næstan vinkulrætt á umfarsásin). Hetta merkir, at ongar árstíðir eru á gongustjørnuni, og í ávísum kraterum við pólarnar sær sólin ongantíð. Umfarsásurin hellir 7º í mun til umfarsás Jarðar. Av tí at Merkur melur um Sólina innafyri Jørðina hevur hon fasur, akkurát sum Mánin.
Merkurgongan
Einar 13 ferðir hvørja øld førir himmalgonga Merkurs hana millum Jørðina og Sólina, soleiðis at vit kunnu síggja hana sum ein lítlan svartan blett, ið ferðast eftir Sólarskivuni.
Rotatión og umfar
Merkur melur tríggjar ferðir um seg sjálva fyri hvørjar tvær ferðir, hon melur rundan um Sólina (við øðrum orðum eru trý Merkur "døgn" fyri hvørji tvey Merkur "ár". Henda merkisverda støða ger, at stóðu vit á Merkur, so gingu 176 jarðarsamdøgur millum hvørt sólarris.
Samanseting
Ferðir til Merkur
- Mariner10 (USA) - Send avstað: 1973, kom til Merkur: 1974. Mariner10 fleyg bert framvið Merkur og samlaði data ímeðan.
- MESSENGER (USA) - Send avstað: 2. august 2004, í ringrás: 18. mars 2011. MESSENGER fer at gera tær mest neyvu kanningarnar av Merkur til dato.
- Evropearar fyrireika at senda ein satellit til Merkur í ár 2014.
Keldur
- [1] jpl.nasa.gov.
- [2][deyð leinkja] Missiónir til Merkur.
- Forlaget Aktium: Universet - Illustreret Opslagsværk (2006).
| Sólskipanin |
|---|
| Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto |
| Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa |
| Sí eisini Stjørnufrøði |
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.

