Venus

Mynd av Venus av Mariner 10.

Venus (symbol: ♀) er ein gongustjørna og er tann sum er tattast jørðini. Hon eitur eftir rómversku gróðrargudinnuni. Gomlu føroyingarnir róptu Venus Stakkalastjørnuna.

Venus er onnur gongustjørnan frá sólini. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 47°. Av hesum verður hon eisini nevnd morgunstjørna ella kvøldstjørna. Í góðum líkindum er Venus sera bjørt. Av øllum himmalknøttum eru bara sólin og mánin bjartari. Í lítlum kikara sæst, at hon hevur kvartalaskifti, tendring og fylling, eins og mánin.

Venus er á stødd við jørðina og verður tí nevnd tvillinga systir okkara. "So tekkilig og eygagóð sum Venus vøn og skar" skrivaði Poul F. Joensen á sinni um gongustjørnuna Venus, og tað er heldur ikki so løgið. Venus er bjartasti himmalknøttur, tá ið sólin og mánin ikki verða tikin við. Venus sæst best í januar og februar, og stendur hon lágt á himli. Til støddar er hon sum jørðin. Ýtan er sum oyðimørk full í klettum.

Venus hevur luft sum á jørðini. Gongustjørnan er væl bjálvað í tjúkt lofthav, men luftin er eitrandi. Luftin er mest av koltvísúrni (96,5 %) og køvievni (3.5 %). Av hesum stendst vakstrarhúsárin, sum tryggjar javnan hita á ýtuni. Rúmdarfør hava mált 475 °C á Venus - so har gløða klettarnir í náttarmyrkrinum - og trýstið er heilar 90 atm. Í lofthavinum eru m.a. eisini svávulsýra, vatn og kolsúrni. Skýferðin á Venus er so tjúkk, at ýtan sæst ikki í kikarn, men við radarakanningum av jørðini er staðfest, at Venus hevur øvugan snúning. Tí gongur sólin á Venus eystureftir á luftini, og ikki sum hjá okkum, vestureftir. Um Venus melur eingin máni.

Hagtøl

  • Diametur í mun til Jørðina: 0,95
  • Massi í mun til Jørðina: 0,82
  • Rúmd í mun til Jørðina: 0,86
  • Massafylla í mun til vatn: 5,20
  • Tyngdarakseleratión í mun til Jørðina: 0,91
  • Mánar: 0
  • Miðal-temperaturur: 464 °C
  • max støddarflokking: - 4,7
 v  k  r Sólskipanin
SólinMerkurVenusMáninJørðinMarsJupiterSaturnUranusNeptunPluto
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Content Disclaimer

Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.

  1. The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
  2. There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
  3. It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
  4. Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
  5. Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.